- Ein uppboðssøla er tað sama sum at avreiða føroyska rávøru til útlendskan kapital.
Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum framhaldandi noktar blankt fyri at selja part av føroysku uppsjóvarkvotuni á uppboði.
Andstøðan hevur gjørt fleiri royndir at fáa samgonguna at taka undir við uppboði av part av makrel- og sildakvotuni, Sambandsflokkurin hevur tosað fyri uppboðssølu, og tað sama partar av Miðflokkinum.
Men tá avtornaði og atkvøðast skuldi um lógarverkið, ið skal skipa fiskiskapin eftir makreli- og norðhavssild í summar, fekk landsstýrismaðurin sín vilja.
- Tað er einki endamál í eini uppboðssølu, sigur Jacob Vestergaard eftir 2. viðgerð seinnapartin.
Hoyr samrøðu við Jacob Vestergaard her: