Tvær álvarsamar og syrgiligar vanlukkur eru hendar seinastu tíðina. Umborð á Christian Høy misti ein ungur bulgarskur sjómaður annað beinið í einum arbeiðsóhappi. Skipið er skrásett í Grønlandi, men verður rikið av reiðarínum Thor í Hósvík. Vanlukkan hendi, meðan skipið legði at bryggju í Hósvík.
- Vit kenna ikki umstøðurnar, men at leggja skip at bryggju er vandamikið arbeiði, og tí er umráðandi, at manningin hevur royndir og førleika til hetta. Tá minimun manningarskjal verður útskrivað er eitt av atlitinum, sum skulu takast, at manningin skal vera nóg stór og skikka til at leggja skipið trygt at bryggju.
Tað sigur Eyðstein Djurhuus, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag (FSN), í leiðaranum í nýggjastu útgávuni av felagsblaðnum, Mið & Magn.
Hann vísir á, at FSN hevur spurt Sjóvinnustýrið, um tey gera nakrar kanningar av útlendskum skipum, sum reka sítt virksemi úr føroyskari havn. Svarið varð sera løgið, nevniliga, at tey við núverandi raðfestingum hava frá valt at hava eftirlit við hesum skip um.
- Garnaskipið Anita misti ein av manningini, tá teir fingust við at seta gørnini. Her var eisini talan um ein útlendskan sjómann. Hesin var ættaður úr Indonesia. Manningin á Anitu telur 33 mans. Til samanberingar kann nevnast, at eitt garnaskip við føroyskari manning hevur umleið 10 mans umborð.
Eyðstein Djurhuus heldur ikki líkt vera til, at stjórin í Sjóvinnustýrinum hevur nakran skund at fáa kanna hesa syrgiligu vanlukku.
- Tað hevur verið eitt langt og tógvið stríð hjá føroyska samfelagn um at upparbeiða eina góða og trygga fiski– og sjóvinnu. Okkara siglingarsøga er av merkt mongum skaðatilburðum og skipsvanlukkum.
Eyðstein Djurhuus leggur aftrat, at tíbetur hevur gingið fram á í trygdarhugburðinum í okkara vinnu. Hetta er ikki hent av sær sjálvum, men bert tí, at allir partar hava víst ábyrgd og samfelagssinni og hava arbeitt miðvíst við at bøta um trygdina á sjónum.
- Tíverri mugu vit staðfesta, at nú gongur skeiva vegin aftur. Hetta er sjón fyri søgn. Tá vit ókritiskt loyva fremmandum skipum at virka í Føroyum, uttan nakað sum helst eftirlit - tá sigur úrslitið seg sjálvt.
Hann heldur, at um vit loyva ørgrynnu av fiskimonn um úr láglønarlondum umborð á okkara skip, so fer tað at hava negativa ávirkan á trygdarstøðið, tí tað er sera fáfongt at hugsa annað.
- Tíverri mugu vit ásanna, at sjáldan verður nakað gjørt, áðrenn vanukkan er hend. Vónandi rakna okkara myndugleikar við nú og gera okkurt munagott við hesi vandamál. Eg havi álit á, at vit enn kunna koma aftur á rætta leið, men hetta krevur eina munandi kósbroyting, sigur Eyðstein Djurhuus, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag.