Einki broytist við upsaveiðini

Fiskiskapurin hjá ísfiskatrolarum, sum fiska upsa, er framvegis smáligur. Hinvegin hava garnaskipini brúkiligan fiskiskap.

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at fleiri partrolarapør koma inn at landa í næstu viku.

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at fleiri partrolarapør koma inn at landa í vikuni, sum kemur. Men, hóast tað er besta fiskitíð, er upsafiskiskapurin framvegis vánaligur.

Umframt partrolararnir, fiska eisini tríggir djúpvatnstrolarar upsa, men teir koma neyvan inn at landa í vikuni. Tveir djúpvatnstrolarar eru á Flemish Kap.

Um teir smáu trolbátarnar, veit Fiskamarknaður Føroya at siga, at ein er norðan fyri, tveir eru eystan fyri, og tríggir eru á Skeivabanka.

- Tann, sum er norðan fyri, fiskar tosk og hýsu, meðan hinir fiska havtasku. Trolbátarnir koma væntandi inn at landa miðskeiðis og síðst í vikuni sum kemur.

Lagt verður aftrat, at tvey garnaskip fiska svartkalva og koma helst inn at landa síðst í vikuni, og sagt verður, at garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap.