Bretska parlamenti skal í morgin takað støðu til hvørt Brexit verður strikað ella um tað skal halda fram við samráðingunum og tað so møguliga verður ein “no-deal Brexit”. Hetta merkir tað, at forsætisráðharrin í Onglandi, Theresa May, hevur til í morgin at fáa atkvøður inn frá tingfólkinum fyri hennara Brexit avtalu.
Tað sigst at um Brexit avtalan verður feld, fer Jeremy Corbyn, ið er formaður fyri arbeiðaraflokkin, at arbeiða fram móti einum umvalið fyri fólkinum í Bretlandi.
- Eg ynski at tingfólkið hevur í huga, at teirra avgerðir ávirka trúvirðið hjá bretska fólkinum, tá tað umræður okkara politisku skipan. Ímynda tær at Brexit hendi hóast alt bretska fólki atkvøddi fyri at verða verandi í ES, sigur Theresa May.