Hóast ein meiriluti av løgtinginum eru ímóti løgmanni og samgonguni, so er kortini einki sum bendir á, at misálitisuppskot verður reist móti løgmanni og samgonguni á tingfundinum, sum byrjar klokkan 11.
Fyri júst einum ári síðani var sama orrusta um fíggjarkarmin, sum er í dag. Kortini stóð ikki so nógv á samgonguni, sum tað ger nú, tá Fólkaflokkurin vil hava nýval. Men andstøðuflokkarnir løgdu kortini fram misálitisuppskot, sum varð viðgjørt á tingi skírisaftan, men tað fall.
Andstøðuflokkarnir megnaðu ikki at fáa allar tingmenninar í andstøðuni at møta ? eitt nú vóru Hergeir Nielsen, tingformaður og Karsten Hansen úr Miðflokkinum ikki á fundi, og tí fall uppskoti við einum braki, hóast uppskotsstillararnir kanska høvdu vónað, at onkur fólkafloksmaður fór at atkvøða fyri.
Í dag er støðan øðrvísi. Fólkaflokkurin vil hava nýval, og tí var nærliggjandi at hugsa, at andstøðan reisir misálitisuppskot, sum Fólkaflokkurin so tekur undir við. Sum støðan er beint nú, so kann andstøðan hava 20 atkvøður saman við Fólkaflokkinum ímóti 13 hjá Sambands- og Javnaðarflokkinum.
Høgni Hoydal vil ongar almennar viðmerkingar gera, men spurdur um tey aftur nú fara at royna seg við einum misáliti, tykist hann ikki serliga heitur fyri tí.










