Einki at óttast í Føroyum

- Í Danmark mugu vit altíð stongja hurðina um náttina. Í Føroyum er slett ikki so vandamikið, sigur Loke Dupont, sum saman við flokksfeløgum vitjar áttanda flokk á Sandoynni.

Ein riðil av skúlabørnum datt inn á gólvið á Sosialinum hósmorgunin. Hetta vóru næmingarnir úr 8. flokki á Sandoyar Meginskúla og úr Enghavegård Skole í Gladsaxe, sum er beint uttanfyri Keypmannahavn. Tey leggja tó dent á, at tey uttan iva eru københavnarar.

Tann morgunin vóru tey á veg í tinghúsið, har sandoyartingmaðurin Páll á Reynatúgvu skuldi vísa teimum runt í tí føroyska parlamentinum.

Næmingarnir skulu næstu tvær vikurnar uppliva føroysku náttúruna, mentanina og vanligt bygdalív á Sandoynni.


Bergtakandi náttúra

Vit fingu eitt prát við 14 ára gamla Loke Dupont og læraran, Grete Altmann.

Tey siga sum við ein munn, at náttúran her er bergtakandi og ómetalig, tá tey verða spurd, hvat er mest merkisvert við Føroyum. Hetta er nakað heilt annað enn tað, tey eru von við á flatlondum.

Tað er eisini sera stórur munur á dagliga lívinum her í Føroyum og í Gladsaxe.

- Niðri í Danmark standa fólk næstan við eini byrsu innanfyri hurðina, meðan fólk her ikki steingja hurðina um náttina, sigur Loke, sum leggur afturat, at fólk her eru so ómetaliga gestablíð.

Um bygdalívið á Sandoynni sigur Loke, at tað víkir sera nógv frá tí, sum hann er vanur við í København, men hann leggur afturat, at tað als ikki er keðiligt, men bara sera øðrvísi.

Hóskvøldið var flokkurin og sá AB spæla ímóti B36 á Tórsvølli. AB er fótbóltsfelagið í Gladsaxe, so eingin ivi var um, hvønn tey stuðlaðu hóskvøldið, og AB vann eisini 9-0 samanlagt.

Danski flokkurin steðgar í Føroyum í tvær vikur, áðrenn tey fara avstað aftur við Norrønu, sum tey eisini komu upp við. Meðan tey steðga í Føroyum, búgva tey privat hjá hinum næmingunum. Tey eru spjadd runt oynna, og tey búgva í Húsavík, Skálavík, Skopun og á Sandi.

Ferðin er komin í lag ígjøgnum tveir av næmingunum í tí danska flokkinum, sum eru føroyingar. Samband hevur verið millum flokkarnar í eitt ár, har tey hava havt brævasamband. Næsta ár er so ætlanin, at sandoyingarnir skulu leggja leiðina til Gladsaxe og vitja donsku skúlabørnini.

Flokkurin hevur fingið stuðul frá einum norðurlendskum grunni til ferðina, og tí eru tey sloppin bíliga.