Flogbóltur
Endaumfarið í flogbóltskappingini hjá monnum hevði ongan serligan áhuga millum manna. Tveir dystir vóru á skránni, og vóru teir millum ávíkavist Mjølnir-ÍF í Klaksvík og Fram-Fleyr í Hoyvík. Greitt var frammanundan, at SÍ var meistara, og at Mjølnir vann silvurið, meðan Fleyr fekk bronsuna.
Greiður sigur til Mjølnir
Mjølnir og ÍF hittust eisini í fjør á seinasta leikdegnum, men í mun til í ár, so var dysturin í fjør avgerandi fyri, hvør fór avstað við meistaraheitinum.
Soleiðis var ikki í ár, men Mjølnir gjørdi sína skyldu og staðfesti, at teir framvegis teljast millum bestu flogbóltsliðini í landinum. Klaksvíkingar vunnu ein greiðan 3-0 sigur, og munurin var týðuligur í øllum trimum settunum.
Settúrslitini vóru 25-16, 25-13 og 25-18 til Mjølnir, sum harvið staðfesti silvurplássið hjá sær.
Hin dysturin í seinasta umfarinum var leiktur leygarkvøldið í Hoyvíkshøllini, har tey bæði havnarfeløgini Fram og Fleyr dystaðust. Bronsuvinnararnir úr Fleyr høvdu munin, og teir vunnu dystin 3-0.