Um vikuskiftið er aftur brotið inn í arbeiðsskúrin sum stendur við ruskplássið í Norðragøtu.
Hetta er triðju ferð innan fyri stutta tíð at onkur hevur framt herverk ímóti hesum bygningi. Men eins og undanfarna ferðir er einki tikið.
Orsøkin til hetta er hin einfalda, at her er einki at fara avstað við. Menninir brúka hetta, tá teir fáa sær ein bita, men annars er einki við virði í inni her.
Um vikuskiftið var annars gjørt størri herverk við tað at teir hesaferð høvdu brotið rútin í skúrinum.
- Eg skilji ikki, hví neyðugt er at bróta rútin í skúrinum. Har er jú einki at koma eftir, sigur Esmar Mikkelsen, sum stendur fyri ruskplássinum. Í so máta áttu teir heldur at farið í bingjurnar, leggur hann speiskliga aftrat.
Mynd: Hesaferð varð rúturin í arbeiðsskúrinum brotin. - Tað átti at verið óneyðugt, sigur Esmar Mikkelsen, leiðari fyri ruskplássið