Einki ansingargjald fyri mei í Tórshavn

Foreldur í Tórshavnar kommunu hava longu goldið stovnsgjald fyri mars og apríl mánaða, men einki uppkrav verður fyri mei mánaða.

Tað samtykti býráðið í farnu viku.

Dagstovnar í Tórshavnar kommunu vóru fyri tað mesta afturlatnir saman við øllum øðrum dagstovnum kring landið, tá landið fór niður í ferð.

At kalla eingi børn vóru á dagstovnunum í kommununi, tá ið Føroyar stongdu vegna korona.

Dagstovnarnir í Tórshavnar kommunu lótu varisliga uppaftur mánadagin 20. apríl.