Eftir øllum at døma verður málið um eftirlønarskipanina hjá løgtings- og landsstýrismonnum tikin uppaftur. Tað hendir, eftir ein røð av løgtingslimum hava vaskað hendur, og eftir at varaløgmaður hevur boðað frá, at hann er sinnaður at taka málið uppaftur. Vit skulu ikki viðgera tær ymisku umberingarnar her, men bara siga, at talan er um hykl av ringasta slag. Einki annað enn kávalótir - ?går den så går den?.
Men tað gekk bara ikki hesuferð, og orsøkin var, at SVF setti tølini á, hvussu órímiliga høgar eftirlønir Løgtingið hevur lóggivið til løgtings- og landsstýrislimir. Sig so, at fjølmiðlar ikki hava ávirkan. Og útrokningarnar hjá Sosialinum í leygardagsblaðnum vísa, at eftirlønirnar kosta bara fyri verandi landsstýris- og tingmanning, um hesi liva ein meðalaldur, ein heilan Brimil.
Hesi tøl - henda órímiligheit - man gera sítt til, at nærum hvørt mansbarn, sum kemur inn í ein handil, setir navn sítt undir mótmælið. Hetta mótmælið skal væntandi í hesi vikuni handast landsstýrinum. Henda stóra undirtøka vísir, at Føroya fólk góðtekur ikki alt, og eru ikki heilt rurað í blund í øllum fullveldisrúsinum. Men tá tað er sagt, er at vóna, at fólk eru líka árvakin, tá tað snýr seg um líka stórar órættvísar í samfelagi okkara.
Málið um eftirlønirnar er óivað eitt súrt súrepli hjá okkara politikkarum, men nú slepst ikki undan, at teir verða noyddir at lóggeva sær eina lægri eftirløn. Tað er einki annað enn tvært, tá formaðurin í Sjálvstýrisflokkurin mælir til, at nevnd, sum hevur innlit í slík viðurskifti, skal áseta lønir og eftirlønir hjá politikkarunum.
Vit hava eitt fíggjarmálastýri, sum á hvørjum ári samráðaist - og roknar út - lønir og eftirlønir, so har skuldi verið góður serkunnleiki til eisini at seta eftirlønirnar hjá løgtings- og landsstýrismonnunum á eitt rímuligt og hóskiligt stig. Tí tað duga teir so ikki, og tað er prógvað so dyggiliga!