Kvívík: Ein bilur við sementi hevur júst verið her, og løtu seinni kemur tann næsti lastbilurin við øðrum tilfari til byggingina.
Í løtuni eru menn hjá Buli farnir undir enn eini sethús í Kvívík. Teir hava líkasum fingið hús í einari hædd sum sítt serøki, men hesi húsini verða tó í tveimum hæddum.
At tað er bæði kalt og kavi uttandura henda mikudagin í farnu viku, tykist ikki at nerva teir tríggjar arbeiðsmenninar tað allar minsta. Teir ynskja bara at fáa hesi húsini liðug.
- Vit hava lagt okkum eftir, at okkara sethús skulu vera bæði góð og byggjast fyri ein rímiligan kostnað. Eg meini so við: Fólk skulu jú eisini kunna liva í húsinum, eftir at tey eru flutt inn, sigur Angi Johannesen við einum brosi.
Í farnu viku vóru teir í ferð við at stoypa sokkulin. Ætlanin er at byrja við at seta húsini upp innanfyri ta næstu vikuna.
Í summar
Byggifyritøkan Bulur hevur staðið fyri uppsetan og innrætting av nógvum lyklaklárum sethúsum kring landið. Vit hava í hesum blaðnum áður umrøtt, hvussu nógv hús teir hava bygt í Vágum.
Nú eru menn frá fyritøkuni farnir til arbeiðis við at leggja grundina til enn eini sethús, hesaferð í Kvívík.
Teir fóru undir arbeiðið nakað undan jólum í fjør, men hava verið ikki sørt tarnaðir av liggjandi kavanum.
- Vit eru tí komnir nakað afturum tíðarætlanina av hesi orsøk, vísir Angi á.
- Men ætlanin er kortini, at familjan skal kunna flyta inn í húsini í summar.
Fult bookað
Hetta er sum nevnt ikki fyrstu húsini sum Bulur byggir. Í roynd og veru hava teir smíðað nærum 150 sethús kring landið seinastu 10 árini.
Av hesum 150 húsunum, eru fimm teirra bygd her í Kvívík. Og sambært Angi Johannesen kemur hetta ikki av ongum:
- Tað er líkt til, at fólk dáma okkara sethús, og siga tí fegin øðrum frá okkara fyritøku. Hetta er tí tann besta reklaman sum vit kunnu fáa.
Eftir at húsini í Kvívík eru liðug, stendur næsta uppgávan fyri framman, hesa ferð í Tjørnuvík. Her skulu teirra fyrstu sethús í norðastu bygdini á Streymoynni setast upp.
Tá teir eru lidnir við húsini í Tjørnuvík, standa líknandi uppgávur fyri á Nesi og í Vestmanna.
- Vit hava í øllum førum arbeiði til restina av hesum árinum, slær Angi fast.
FAKTA
Sp/f Bulur á Signabø varð stovnað í 1998 og hevur síðan lagt seg eftir at smíða sethús, tilevnað føroysk viðurskifti. Eigarar av felagnum eru Jákup Suni Joensen av Signabø og Angi Johannesen úr Kollafirði, sum eiga hvør sína helvt í felagnum.
Felagið byggir í høvuðsheitinum sniðhús. Higartil hava teir bygt 150 sethús, harav fimm teirra í Kvívík. Í ár verða sethús frá Bulur somuleiðis bygd í Tjørnuvík, á Nesi og í Vestmanna
ÚR AT GERA
Hóast fíggingarstovnarnir hava verið eitt sindur trekir at geva fólki lán til sethús, verða kortini sethús bygd. - Vit eru nú í gongd við okkara fimta hús her í Kvívík, sigur Angi Johannesen (fremst á myndini) frá fyritøkuni Bulur