Eini hundrað fólk hava skrivað undir áheitan á Løgtingið

Løgtingskvinnur og landsstýriskvinnur skulu sleppa at vera kvinnur

Í seinastu tingsetu undan ólavsøkuni løgdu tær báðar tingkvinnurnar Ingilín D. Strøm og Hervør Pálsdóttir uppskot fram um at broyta orðingarnar í stýrisskipanarlógini soleiðis, at tað skal verða loyvt at brúka orðið løgtingsfólk heldur enn løgtingsmaður.

Fyri at hetta skal verða formliga loyvt, er neyðugt at broyta hetta í stýrisskipanarlógini.

Uppskotið fall, men vit halda, at tað hevur alstóran týdning, at hetta ikki endar niðast í einari skuffu, men at tað verður tikið fram aftur, og ongantíð betur um tað verður tikið fram aftur av einum samdum løgtingi.

Í ólavsøkurøðuni hjá løgmanni varð hetta aftur nevnt og tá varð lovað, at tað skuldi takast upp aftur. Tað gleðast vit sjálvandi um, tí eftir okkara tykki, átti tað als ikki at verið havnað av fyrstan tíð.

Vit undirritaðu hava arbeitt við einari yvirlýsing um málið og hava savnað undirskriftir inn frá løgtingslimum, kommunum, feløgum og fólki, sum hava beinleiðis áhuga fyri máli, javnstøðu og inklusjón.

Sigast má, at vit hava fingið góða undirtøku, siga tær. Og tær, sum hava tikið stig til yvirlýsingina, og at savna undirskriftirnar, eru Marna Jacobsen, bygdaráðslimur, Annika Olsen, borgarstjóri, Hanna Jensen, býráðslimur, Petra Iversen, bygdaráðslimur, Hanna á Reynatúgvu, bygdaráðslimur, Kirstin Strøm Bech, býráðslimur og Beinta Klakstein, býráðslimur

 

Eitt rúmligt mál

Í yvirlýsingini, sum eini 100 fólk hava skrivað undir, siga tey, at tað hevur stóran týdning, at øll kenna seg umboðað í málinum og teimum heitum, vit brúka um ymisk embæti í føroyska samfelagnum.

– Tað hevur týdning at hava eitt rúmligt heldur enn eitt afturlatið mál. Kvinnur eins og menn kunnu umboða løgting og landsstýri, og tískil skal hetta sjálvandi eisini endurspeglast í heitunum á løgtingi og í landsstýri.

– Vit undirritaðu úr øllum Føroyum vilja tí staðiliga mæla til og heita á Føroya Løgting um at broyta felagsheitið løgtingsmaður/landstýrismaður til løgtingsfólk/landsstýrisfólk bæði í lógarteksti og í skrift og talu annars. Somuleiðis at viðurkenna brúkið av løgtings- og landsstýriskvinna.

 

Og tey, sum hava skrivað undir hesa áheitanina, eru:

Aimé Jacobsen, borgarstjóri, Sørvágs kommuna

Aksel V. Johannesen, formaður, Javnaðarflokkurin

Alvi Jespersen, kassameistari, Ungmannafelagið Samband

Anna Falkenberg, nevndarlimur, Ungmannafelagið Samband

Anna Mortensen, nevndarlimur, Valkyrjurnar

Anne Sophie Nordendal, bygdaráðslimur, Sørvágs kommuna

Annika Næs Johannesen, nevndarlimur, Valkyrjurnar

Annika Olsen, borgarstjóri, Tórshavnar kommuna

Barbara Gaardlykke Apol, nevndarlimur, Damudomi

Bartal Súsonnuson Hansen, nevndarlimur, Sosialistisk Ung

Beinta Klakstein, býráðslimur, Klaksvíkar kommuna

Benjamin Thomassen, nevndarlimur, Unga Tjóðveldi

Bergljót av Skarði, nevndarlimur, Málráðið

Birgir Ferjá Heldarskarð, formaður, Ungmannafelagið Samband

Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður, Framsókn

Bjørg Hoydal Brimnes, nevndarlimur, Unga Tjóðveldi

Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge, nevndarlimir, Unga Tjóðveldi

Bjørk Sørensen, nevndarlimur, Unga Tjóðveldi

Bjørt Lind, nevndarlimur, Damudomi

Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna, Tjóðveldi

Christa Reynheim, nevndarlimur, Damudomi

Christina Jensen, nevndarlimur, Føroyamál

Dorit Hansen, nevndarlimur, Demokratia

Durita á Heygum, býráðslimur, Vestmanna kommuna

Eir Jógvansdóttir Norðberg, varaborgarstjóri, Hvalbiar kommuna

Elin Dimon Næs, nevndarlimur, Valkyrjurnar

Ella Jógvansdóttir, nevndarlimur, Unga Tjóðveldi

Esther Djurhuus, nevndarlimur, Damudomi

Etly Nord Højgaard, býráðslimur, Runavíkar kommuna

Eyðbritt Krosslá, býráðslimur, Vágs kommuna

Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri, Vága kommuna

Eyðun Hansen, bygdaráðslimur, Vestmanna kommuna 

Gudny Langgaard, býráðslimur, Eysturkommuna

Gunnbjørg Guttesen, nevndarlimur, Valkyrjurnar

Gunnhild Mortensen, bygdaráðslimur, Hvalbiar kommuna

Gunnvør Hoydal Brimnes, skrivari, Unga Tjóðveldi

Gunvør Balle, býráðslimur, Tórshavnar kommuna

Halla Samuelsen, býráðslimur, Tórshavnar kommuna

Hanna Jensen, býráðslimur, Eysturkommuna

Hanna á Reynatúgvu, bygdaráðslimur, Sands kommuna

Hanna Simonsen, nevndarlimur, Málráðið

Hans Mourits Foldbo, býráðslimur, Eysturkommuna

Henrik Old, løgtingsmaður, Javnaðarflokkurin

Herborg Heidiardóttir Gaardlykke, næstforkvinna, Sosialistisk Ung

Herit Magnussen, bygdaráðslimur, Vestmanna kommuna

Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinna, Tjóðveldi

Hildur Háfoss, næstforkvinna. Unga Tjóðveldi

Hjalmar P. Petersen, professari, Føroyamálsdeildin

Høgni Hoydal, formaður, Tjóðveldi

Ingi Reinert Gásadal, skrivari, Sosialistisk Ung

Ingilín Didriksen Strøm, løgtingskvinna, Javnaðarflokkurin

John Zachariassen, bygdaráðslimur, Vestmanna kommuna

Jógvan Fríði Tróndarson, kassameistari, Framsøkin Ung

Jóhan Christiansen, borgarstjóri, Eysturkommuna

Jóhan H. S. Mouritsen, býráðslimur, Sunda kommuna

Jóhan F. á Ørg, bygdaráðslimur, Sørvágs kommuna

Jóhannis Joensen, løgtingsmaður, Javnaðarflokkurin

Kirstin Strøm Bech, býráðslimur, Vágs kommuna

Kirstin Helgadóttir, nevndarlimur, Damudomi

Kristian Clementsen, nevndarlimur, Framsøkin Ung

Kristina Gry Berg, forkvinna, Demokratia

Kristina Háfoss, løgtingskvinna, Tjóðveldi

Laila Haldansen, bygdaráðslimur, Vestmanna kommuna

Linnea L. Petersen, skrivari, Ungmannafelagið Samband

Magnus Vensil Benzon Olsen, kassameistari, Unga Tjóðveldi

Majken Josveinsdóttir, bygdaráðslimur, Hovs kommuna

Malan Marnersdóttir, professari, Føroyamálsdeildin

Maria Kristina Smith, nevndarlimur, Damudomi

Marna Jacobsen, bygdaráðslimur, Sørvágs kommuna

Nita Næs, nevndarlimur, Valkyrjurnar

Oddmar K. Hermansen, nevndarlimur, Unga Tjóðveldi

Óluva Klettskarð, forkvinna, Føroyamál

Paul Kjartan Matras, kassameistari, Sosialistisk Ung

Petra Iversen, bygdaráðslimur, Kvívíkar kommuna

Petur Hansen, næstformaður, Ungmannafelagið Samband

Petur Martin Hansen, nevndarlimur, Demokratia

Randi Meitil, nevndarlimur, Málráðið

Rannvá Pállson Joensen, nevndarlimur, Damudomi

Regin Berg, nevndarlimur, Damudomi

Rói Dam Dalsgarð, formaður, Sosialistisk Ung

Rókur Herup Olsen, formaður, Unga Tjóðveldi

Rósa Samuelsen, løgtingskvinna, Sambandsflokkurin

Rúna Kass Joensen, skrivari, Framsøkin Ung

Rúni Lisberg, bygdaráðslimur, Sumbiar kommuna

Sirið Stenberg, løgtingskvinna, Tjóðveldi

Solveig Hanusardóttir Olsen, nevndarlimur, Damudomi

Sóleyð Klettskarð í Kongsstovu, borgarstjóri, Kunoyar kommuna 

Sólfinn Hansen, nevndarlimur, Málráðið

Sólvá Jónsdóttir, forkvinna, Málráðið

Steingrímur J. jacobsen, bygdaráðslimur, Sjóvar kommuna

Sunneva Háberg Eysturstein, nevndarlimur, Damudomi

Súni í Hjøllum, varaborgarstjóri, Nes kommuna

Teitur Vestergaard Jakobsen, formaður, Framsøkin Ung

Trine Camilla Joensen, nevndarlimur, Valkyrjurnar

Villiam Meier, nevndarlimur, Unga Tjóðveldi

William Bærentsen, næstformaður, Framsøkin Ung

Zakaris Svabo Hansen, námslektari, Føroyamálsdeildin