Eini ógvuliga vánalig ráð at geva fólki

Hetta er ikki at spæla við sigur djóralækni, sum mælir fólki staðiliga frá at fylgja tí, Búnaðarstovan sigur

– Hetta er beint ímóti tí, sum vit hava tilmælt!

 

Brynjulf Melhuus, djóralækni á matvørudeildini á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, heldur, at ráðini, Búnaðarstovan borðreiðir við í Sosialinum í dag, eru av teimum vánaligastu, ið hugsast kunnu

 

Hesi seinastu fimm árini hevur Búnaðarstovan gjørt royndir fyri at vita, hvussu skerpikjøt fæst at smakka væl.

 

Og sum tað stendur í Sosialinum í dag, er úrslitið, at skerpikjøt, sum hevur hingið inni í 14 hitastigum í ein dag, áðrenn tað verður hongt í hjallin, smakkar best.

 

Men Brynjulf Melhuus sigur, at hetta er ikki at spæla við og hann mælir staðiliga frá at gera sum Búnaðarstovan sigur.

 

– Úrslitið av royndunum á Búnaðarstovuni er beint tvørtur ímóti teimum heilsufakligu tilmælunum frá okkum, sigur hann.

 

Krov skulu undir ongum umstøðum hongjast heitt, áðrenn tey verða hongd í hjallin, sigur hann. Og hann vísir á, at tað er Heilsufrøðiliga Starvsstovan, sum er heilsufakligur myndugleiki á økinum.

 

– Og hjá okkum er einki ivamál, at tá ið seyður verður flettur, skal stórur dentur leggjast á reinførið. Og tað verður eisini stórur dentur lagdur á, at  krovið verður hongt í hjallin alt fyri eitt so at tað kólnar.

 

Tað skal vera góður gjóstur í hjallinum og krovini skulu ikki hongjast so tætt, at luftin ikki sleppur at.

 

Djóralæknin sigur, at vandin fyri at fólk verða sjúk av at eta turt kjøt, er munandi størri, verður krovið hongt heitt, áðrenn tað verður hongt í hjallin.

 

Tað eru bakteriur, ið nørast í hita, eitt nú vandamiklar bakteriur sum salmonella og aðrar bakteriur, fyri ikki at gloyma tann sera vandamikla bakteria, sum elvir til botulismu, ið kann vera ein deyðilig sjúka.

 

Hann vísir á, at tað hava verið tilburðir í Føroyum av botulismu sum fólk hava fingið av skerpikjøti og hann heldur, at tað er væl trúligt, at orsøkin er, at kjøtið er ikki hagreitt eftir forskriftunum.

 

– Tilmæli er einfalt og treytaleyst og tað er at hava reinførið í hásætið, tá ið flett verður, og at hongja krovið í hjallin beinanvegin og at syrgja fyri at tað ikki er so trongt í hjallinum, at tað er góður gjóstur ímillum krovini, tí eisini luft tálmar botulismu, staðfestir Brynjulf Melhuus. 

 

– So skal kjøtið nokk ræstnað væl og so skal skerpikjøtið nokk smakka væl, leggur hann afturat.