Nú skulu tiltøk setast í verk, sum verja tey, ið eru fyri harðskapi, ella øðrum ágangi, munandi betur enn tey eru nú.
Í hesum sambandi hevur Aksel V. Johannesen, løgmaður, lagt uppskot fyri Løgingið um at fáa greiðari reglur á hesum øki. Mett verður, at tað eru eini 40-50 fólk í Føroyum, sum vera tráfylgd.
Aksel V. Johannesen sigur, at verður uppskotið, hann hevur lagt fyri Løgtingið, samtykt, fer tað at vera munandi lættari at seta fólki forboð fyr at uppihalda sær á ávísum støðum, og tað fer eisini at bera til at burturvísa fólki, sum eru harðlig ímóti sínum húsfólki, úr sínum egna heimi í upp til fýra vikur.
Tað fer eisini at vera lættari at nokta fólki upp á allar mátar, at seta seg í samband við ávís onnur fólk, bæði heima, á arbeiðsplássinum, ella aðrastaðni. Hetta umfatar eisini alt talgilt samskifti, so sum sms, teldubrøv, og annað.