Eini 100 fólk á nýggja virkinum á Tvøroyri

Á nýggja uppsjóvarvirkinum á Tvøroyri, Varðin Pelagic, eru tey nú við at seta fulla ferða á maskinurnar.

Tróndur í Gøtu er á Tvøroyri í dag við 1300 tonsum og eisini hevur Finnur Fríði verið á Tvøroyri við 817 tonsum.

Tað tók tvey samdøgur at arbeiða tey 817tonsini ab Finni Fríða og Bogi Jacobsen, stjóri á virkinum, heldur, at tað hevur gingið avbera væl at stilla maskinur og at fáa allan teknikkin at virka, og at samvirka, sum tað skal.

Tilsamans verða eini 100 fólk knýtt at virkinum. Tríggjar vaktir vera av arbeiðsfólki við 25 fólkum á hvørjari vakt og harafturat kemur so fólk til fyrisiting, avskiping og annað.

Í dag bjóðaði virkið politikarum, umboð fyri fíggingarstovnar, flutningsfeløg og onnur, virkið skal samstarva við, til móttøku á virkinum, har tey eisini vórðu víst runt at síggja framleiðsluna.