Tað voldi Hotel Hafnia trupulleikar, at tey kallaðu nýístandsettu kafe’ina, sum vanliga verður nevnd Einglabarrin, fyri Nýggja Apotekið. Eftir at landsapotekarin gjørdi vart við, at Apoteksverkið átti navnið, mátti Hotel Hafna broyta navnið aftur. Nú boðar Hotel Hafnia frá, at nýggja navnið er Kafe Kaspar – eftir navnframa tónleikaranum Georg Kaspar Hansen, vanliga nevndur Bakar Hansen, sum búði í reyðu húsunum á Húsabrúgv, sunnan fyri Hotel Hafnia. - Tað er við bestu vælvild, at vita hava eftirlíkað ynskinum frá heilsumyndugleikunum um at sleppa apoteksnavninum, sigur Oddbjørg Højgaard, stjóri á Hotel Hafnia, sum eisini heldur, at Kasparnavnið hóskar fram úr væl til akkurát hetta staðið.










