Eingir trupulleikar við jólaroyndunum

Eingir trupulleikar vóru við jólaroyndunum, tá 8., 9., og 10. flokkarnir um landið sessaðust við teldurnar í morgun.

 

In.fo skrivaði í gjár, at næmingarnir fingu trupulleikar í eini fyrisøgn, tá teldurnar ikki vildu spæla ljóðfíluna.

Les eisini Aftur trupulleikar við talgildu royndunum.

 

Próvstovan, sum stendur fyri talgildu royndunum, helt í gjár, at trupulleikin mundi vera við manglandi dagføringum, men so var kortini ikki.

 

Óli Jákup Joensen, fulltrúi, sigur, at trupulleikin var á Próvstovuni sjálvari og ikki hjá skúlunum.

- Trupulleikin var, at nakrir næmingar ikki høvdu neyðugu rættindini at lurta eftir ljóðfíluni, sigur hann.

 

Hann greiðir frá, at tá Próvstovan royndarkoyrdi royndina, bað hon fyrrverandi næmingar gera royndirnar. Talan er um eina gamla roynd, og tí høvdu gomlu næmingarnir øll tey neyðugu rættindini. Tískil varnaðist Próvstovan ikki trupulleikan.

- Nýggju næmingarnir, nýggju brúkararnir, hava tó ikki somu brúkararættindini og tí vóru onkur teirra, sum ikki høvdu atgongd til mappuna, har fílan lá, sigur hann.

 

- Í dag hevur alt tó gingið sum eftr ánni, sigur Óli Jákup Joensen.