Eingir pengar til neyðstaddar familjur

Hóast Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn løgdu nógv fyri í mai mánaði fyri at fáa løgtingið at játta børnum í fátækaváða eyka fíggjarstyrk, so verður eingin hjálp veitt í ár.

Hóast Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn løgdu nógv fyri í mai mánaði fyri at fáa løgtingið at játta børnum í fátækaváða eyka fíggjarstyrk, so verður eingin hjálp veitt í ár.

 

Í øllum førum er tað ikki ætlanin hjá somu flokkum, sum nú mynda landsstýrið.

 

Tað váttar Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum fyri Sosialinum. Hon sigur, at arbeitt verður við málinum, men at tað verður innarbeitt í fíggjarlógina fyri næsta ár. Altso at eingin hjálp verður at heinta í ár.

 

Sonja Jógvansdóttir, løgtingskvinna, sigur, at hetta kemur óvart á hana.

 

– Tað er bara ein spurningur um vilja, sigur hon við Sosialin.

 

– Hetta hevur ómetaliga stóran týdning, og tí skal hetta málið loysast so skjótt til ber, sigur hon.

 

– Eg havi javnan samskifti við landsstýriskvinnuna og við Almannaráðið um málið, og eg havi gjørt teimum greitt, hvussu álvarsligt málið er, men eg havi ikki fingið at vita, at tað ikki fer at virka fyrr enn næsta ár, sigur Sonja Jógvansdóttir.

 

– Málið hevur bráðskund, og eg dugi ikki at skilja, at tað skal taka serliga langa tíð, sigur Sonja Jógvansdóttir.

 

Meira kann lesast um málið í Vikuskiftis-Sosialinum