Av løgreglustøðini í Klaksvík verður sagt, at í Klaksvík eru ríkiliga nógv parkeringspláss, og tí var eingin trupulleiki. Fleiri tóm pláss vóru kring býin, so fyrsta trykkroyndin av Klaksvík, var væl eydnað.
Einastu trupulleikarnir, ið vóru, var at onkur valdi at parkera dekan ov tætt á smølu vegunum, hóast pláss var aðrastaðni, og hetta skapti eitt sindur av óneyðugari ónøgd.
Leygarnáttina bakkaði ein bilur á ein parkeraðan bil, tá hann royndi at sleppa út av sínum parkeringsplássi.