Eingir føroyingar á vølli

Hóast føroyskir fótbóltsspælarar eru í hópinum hjá bæði Frem og Fremad Amager, so vóru teir ikki við á vøllinum, tá ið liðni hittust til venjingardyst leygardagin

Atli Danielsen og Rókur av Fløtum Jespersen vóru við landsliðnum í Íslandi, og teir ungu spælararnir í Amager vóru ikki sendir á vøllin hesaferð. Dysturin endaði við javnleiki 3-3.