Føroyska Sólrun Jákupsdóttir Løkke Rasmussen er ikki serliga heit fyri at gerast fyrstadama í Danmark.
Maðurin hennara, Lars Løkke Rasmussen, stendur til at blíva næsti forsætisráðharrin í Danmark, um Anders Fogh Rasmussen - sum nógv bendir á - um stutta tíð verður valdur til næsta NATO-aðalskrivara.
- Hetta er ikki mín ynskistøða, sigur Sólrun Jákupsdóttir við Ekstrablaðið í gjár.
Hon staðfestir yvirfyri Ekstrablaðnum, at hon stendur við tað, sum hon segði við blaðið Kvinnu í fjør.
Tá segði Sólrun Jákupsdóttir, at hon var glað fyri, at maður hennara ikki var forsætisráðharri. Men hon staðfesti eisini, at hon ætlaði ikki at gera nakað fyri at forða manninum í at fáa starvið.
- Um Lars verður forsætisráðharri, mugu vit taka tað við, men eg ynski mær tað ikki, segði Sólrun Jákupsdóttir við Kvinnu.
Men eru áhaldandi gitingarnar í donsku fjølmiðlum eftirfarandi, so verður Lars Løkke Rasmussen um stutta tíð forsætisráðharri í Danmark.