Sambandsfundur
Sørvági: Eingin inntøkuskapandi visión er í samgonguni. Har liggur alt steindeytt og fantaserar um fullveldi.
Soleiðis lýsti sambandstingmaðurin í Suðuroy politisku støðuna í samgonguni.
Hann fýltist á, at ov lítið varð hugsað um fiskivinnuna í landinum, tí fiskivinnan er í hvussu er tað, sum ber okkum uppi. Umframt blokkstuðulin, tók hann aftur í aftur.
? Tað nyttar lítið at útbúgva eina rúgvu av studentum, sum fara uttanlands at læra víðari og so ikki koma aftur.
Ein fiskivinnuskúla hava vit, men hann verður líkasum gloymdur í øllum hesum. Verður ikki tikið annað skinn um bak, kann skjótt enda galið, fryktaði Johan Dahl fyri.