Eingin vinnurekandi grunnur er í Føroyum

Hóast tað eru hópin av grunnum í Føroyum, so er eingin vinnurekandi og undir eftirliti í Skráseting Føroya

Tað er ógreitt, hvussu ?vinnurekandi³ skal skiljast, tá tað snýr seg um grunnar í Føroyum.

Eingin vinnurekandi grunnur er skrásettur í Føroyum, heldur ikki Føroyagrunnurin, sum felagið ið tók yvir P/F Kjølbro í Klaksvík, fyri nógvum árum s íðan.

Á Skráseting Føroya verður sagt, at hvørja ferð ein grunnur verður skrásettur hjá teimum, so senda tey skriv til Erhvervs- og Selskabsstyrelsen, sum er undir Vinnumálaráðnum í Danmark.

Ein undantaksregla er galdandi, sum sigur, at um grunnurin er gjørdur eftir avtalu millum tvey lond, so skal hann ikki skrásetast sum vinnurekandi grunnur, sum verður skrásettir fyri seg, undir eftirliti av danska Fíggjareftirlitinum.

Steen Ryd Larsen, skrivstovustjóri í Forsætismálaráðnum, vil ikki gera viðmerkingar til málið um Framtaksgrunnin. Hann váttar, at grunnurin nú er undir Búskaparmálaráðnum, av tí at Fíggjareftirlitið er flutt hagar, og at grunurin er fluttur við.

Í Danmark er tó eingin freist fyri, nær málið um grunnin skal verða liðugt viðgjørt, men um danir og føroyingar kunnu semjast um at konvertera peningin, so skal tað viðgerast í fíggarnevndini í Fólkatinginum.

Hóast danir eisini arbeiða við at gera fíggjarlóg, so hava teir ikki eina freist fyri, at áseta upphæddina til Framtaksgrunnin á fíggjarlógina, men kunnu hava ein játtan til at taka.

Málið endar kortini á fígggjarlógina hjá Fólkatinginum, eins og danska tingið eisini skal góðtaka at Framtaksgrunnurin í Føroyum umleggur lánspening til eginogn.