Fyrrverandi íslendski forsætis- og uttanríkisráðharrin Jón Baldvin Hannibalsson fýlist hvassliga á, at eingin vil átaka sær ábyrgdina av tí, sum elvdi til skrædlið í búskapinum.
Hann sigur, at tað mesta av tí, sum stendur í frágreiðingini frá kanningarnevndini, er slíkt, sum íslendingar vistu frammanundan.
Jón Baldvin Hannibalsson vísir á, at kanningarnevndin hevur tosað við 147 einstaklingar í ábyrgdarstørvum, men at ikki ein einasti teirra átekur sær nakra ábyrgd av tí, sum hendi.
-Hetta sigur meiri um orsøkina til skrædlið og um tað íslendska samfelagið enn alt hitt, sum stendur í teirri drúgvu frágreiðingini, sigur fyrrverandi forsætis- og uttanríkisráðharrin.