Eingin vetur um 70 ár

Tann veksandi hitin á Jørðini kann hava við sær, at um eini 70 ár verður eingin vetur á okkara leiðum, tí hitin veksur skjótast í Evropa

Hava veðurgranskararnir hjá evropeiska umhvørvisstovninum EEA rætt, fer veðrið á okkara leiðum at broytast nógv hesa øldina.

Í einari frágreiðing, sum granskararnir løgdu fram í gjár, stendur millim annað, at hitabylgjur og vatnflóð verða munandi meiri vanligar enn í dag, og at um 50 ár verður bara ein fjórðingur eftir av kavanum í teimum sveitsisku Alpunum.

-Tann kaldi veturin fer at hvørva innan 2080. Samstundis verður summarið heitari og turrari, men vit kunnu eisini vænta meiri regn aðrar tíðir á árinum enn nú, siga granskararnir.

Jaqueline McGlade, stjóri í EEA, segði á tíðindafundi í Amsterdam, at veðurlagsbroytingarnar fara at hava stórar avleiðingar, bæði búskaparligar, menniskjaligar og umhvørvisligar.

Í frágreiðingini vísa granskararnir á, at síðani 1990 hava vanlukkurnar, sum hava staðist av veðrinum, verið tvær ferðir so nógvar í tali sum í árunum frá 1980 til 1990. Tær hava eisini verið dýrar. Sambært granskarunum hava veðurvanlukkurnar kostað einar ellivu milliardir dollarar um árið síðani 1990. Teir siga, at vit mugu venja okkum við bæði vatnflóð og turk, soleiðis sum vit eisini hava sæð í Evropa tey seinastu árini.

Í fjør doyðu umleið 80 fólk av vatnflóð í ellivu evropeiskum londum, og hitabylgjan, sum herjaði stórar partar av Evropa í fjør, kravdi meiri enn 20.000 mannalív.