Eingin verður ákærdur í teknaramálinum

Danska løgreglan hevur ikki nóg góð prógv, og tí verður eingin ákærdur fyri at hava havt ætlanir um at myrða teknaran Kurt Westergaard Menninir, sum løgreglan tók í morgun, tí illgruni er um, at teir ætlaðu at myrða teknaran Kurt Westergaard, verða hvørki varðhaldsfongslaðir ella ákærdir.

Ein av monnunum er til avhoyringar og verður latin leysur aftaná. Hann er danskur ríkisborgari av marokkanskum uppruna. Tveir aðrir, sum eru tunesiskir ríkisborgarar, verða vístir úr Danmark.

Løgreglan sigur, at hon valdi at taka menninar longu nú, og tí hevur hon ikki nóg mikið av prógvum til at fara í rættin við monnunum.