Eingin verður doyvdur

- Eg fari við hesum staðiliga at vísa aftur, at starvsfólk fara at yvirmedisinera brúkarar í serforsorgini nú sparingar verða framdar í Nærverkinum, sigur Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum.

Rósa Samuelsen sipar til samrøðu, sum Kringvarpið hevði við Sigrun Wardun í dag. Landsstýriskvinnan heldur, athetta var eitt ómetaliga óheppið úttalilsi.

- Hon rør fram undir, at avleiðingin av uppsøgnunum í Nærverkinum verður, at starvsfólkini gerast so sperd, at tey kenna seg noydda at doyva eitt nú búfólk. Hendan atfinning er burturvið og púra ógrundað. Fyri tað fyrsta: Vit hava dugnalig og samvitskufull starvsfólk í serforsorgini, sum hvønn dag kýta seg fyri at geva teimum, tey eru um, ein innihaldsríkan gerandisdag. Starvsfólkini hava áður víst, at tey kunnu tillaga seg og leggja til rættis arbeiðið útfrá nýggjum fortreytum, og eg ivist ikki í, at hetta eisini eydnast hesaferð, sigur Rósa Samuelsen.

Hon leggur afturat, at tað er ikki starvsfólk í Nærverkinum, ið ordinera heilivág.

- Tað ger læknin. Og fyri tað triðja eru allir stovnarnir í serforsorgini undir læknafakligum eftirliti hjá Landslæknanum, sigur Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum.