Eingin venjing ? eingin sparing

Føroyskir Fysioterapeutar og Ergoterapeutfelagið
??????
Sparingar innan almannaverkið fara at hava við sær, at venjingartilboðini hjá fysio- og ergoterapeuti, sum heimabúgvandi pensionistar í Tórshavn hava havt atgongd til síðan 2002, nú verða spard burtur.
Feløgini Føroyskir Fysioterapeutar og Ergoterapeutfelagið gera við hesum vart við, at hesar sparingar ikki eru so frægt sum løtuvinningur. Tvørturímóti fara sparingarnar at hava við sær tyngri brúkarar í heimarøkt, heilsuverki og røktarheimum í nærmastu framtíð.
Tey eldri verða alt fleiri og eldri í mun til fólkatalið og nógv teirra liva leingi við kroniskum sjúkum og brekum. Nógvar kanningar eru gjørdar um nyttuna av venjing til hesi og allar vísa tær, at venjing ger, at tey klára seg betri uttan hjálp, tey verða minni røktarkrevjandi og teirra lívsgóðska hækkar so tey fáa ein betri dagligdag í allar mátar.
Í okkara grannalondum er venjing tí ein tænasta, sum dentur verður lagdur á at veita øllum heimabúgv-andi eldri. Samanborið við okkara grannalond, eru Føroyar í stóran mun eftirbátar innan venjingartilboð til eldri. Tilboðini um venjing, sum Lágargarður bjóðar eldri borgarum í Tórshavn hava tó verið ein byrjan.
Við at at skera hesi venjingartilboð burtur, verður kostnaðurin innan eldraøkið størri. Tvs. at kostnaðurin fyri venjingatilboð fellur burtur og verður fluttur yvir á meira røktarkrevjandi brúkarar av heimahjálp, sjúkrahúsplássum og røktarheimsplássum.
Vit heita tí á landsins myndugleikar um at forða fyri at hesar skerjingar verða framdar og í staðin at arbeiða miðvíst fram ímóti at tryggja øllum landsins eldri borgarum atgongd til venjing.