Eingin veit hvør eigur krovini

- Søgan aftan fyri krovini í Kollafirði kemur neyvan nakrantíð fyri ein dag, sigur Marius Müller á byggi-og umhvørvisdeildini hjá Tórshavnar kommunu.

Marius Müller, leiðari á byggi-og umhvørvisdeildini hjá Tórshavnar kommunu, sigur, at enn vita tey ikki, hvaðani krovini, sum róku á Kollafirði í gjár, eru komin. 

 

- Vit eru fegin um, at fólk í Kollafirði boðaðu frá. Vit fáa ikki so sjáldan fráboðanir um, at ymiskt liggur og rekst í náttúruni, og tá fara vit vanliga á staðið.

 

Hann sigur, at fólk hjá byggi-og umhvørvisdeildini vóru eisini í Kollafirði í gjár og tóku myndir, og seinni hava fólk hjá kommununi eisini beint krovini burtur.

 

- Tá vit fáa at vita, hvør eigur órudd, sum liggur og sløðist - og um vit í hesum førinum vistu, hvør hevur tveitt hesi krovini í havið - so høvdu vit sett okkum í samband við viðkomandi.

 

Marius Müller sigur, at honum kunnugt er ongar bøtur givnar í slíkum føri, men hann fegnast um, at fólk siga frá og at slíkt, sum liggur og rekst, verður beint burtur.

 

- Tað er ein skipan fyri, hvussu burturkast skal beinast burtur, og tað er umráðandi, at hesar reglur verða fylgdar, soleiðis at slíkt ikki liggur og rekst í náttúruni - á landi ella á sjónum.

 

Marius Müller heldur, at í hesum førinum hevur onkur stoytt nøkur turr krov í havið, og neyvan hevur viðkomandi roknað við, at tey fóru at koma fyri ein dag aftur.

 

- Men, so hava streymur og ætt gjørt, at krovini eru rikin inn á Kollafjørð. Tann, sum hevur gjørt hetta, ger neyvan slíkt aftur, heldur hann fyri.

 

Leiðarin á byggi-og umhvørvisdeildini hjá Tórshavnar kommunu sigur, at søgan aftan fyri krovini, sum eru stoytt í havið, er ókend og kemur neyvan nakrantíð fyri ein dag.