Eingin á varðhaldi

Sjófrágreðingin í gjár staðfesti, at eingin var á varðhaldi á brúnni, tá Heykur og Falkur stoyttu saman næst seinasta leygardag. Sambært Útvarpinum, so staðfesti stýrimaðurin á Heyki, at talan helst var um óansni, og at eingin – umframt stýrimaðurin sjálvur – var á brúnni, tá óhappið hendi. Skiparin á Falki greiddi frá, at tað ikki er vanligt at hava fólk á varðhaldi, tá hálað verður. Bæði skipari og stýrimaður hava greitt frá, at breidilketan á trolinum var farin, og tað kann hava gjørt sítt til, at skipini hava nærkast skjótari enn vanligt, stendur at lesa á uf.fo.