Eingin var í húsunum

Eingin var í húsunum, tá eldurin kyknaði beint áðrenn klokkan 23.

Eingin var í húsunum, tá eldurin kyknaði beint áðrenn klokkan 23.

 

Talan er um húsini hjá AA (anonymum alkoholikarum) á Tinghúsvegnum í Havn.

 

Vakthavandi á løgreglustøðini váttar fyri in.fo, at eingin var í húsunum, tá eldurin kyknaði.

- AA hava verið á fundi har til klokkan 22 og ein lítlan tíma seinni fingu vit fráboðan um, at eldur var í húsunum. Tá var tó eingin til staðar í húsunum, sigur vakthavandi.

 

Sløkkiliðið var skjótt á staðnum og fekk skjótt tamarhald á eldinum og eldur var sløktur eftir einum hálvum tíma ella so.

 

Fyrranáttina var eldur settur á tveir skutarar í urtagarðinum rundan um somu hús.