Sambært einum tíðindaskrivi frá Kreml, sum er politiska leiðslan í Russlandi, hevur forsetin, Vladimir Putin, biðið verjumálaráðharra sín, Sergej Sjojgu, um, at vápnahvíld verður í Ukraina frá klokkan 12 hin 6. januar til á midnátt hin 7. januar.
Tað skrivar tíðindastovan, Ria, og tíðindaskrivið er sambært fleiri útlendskum miðlum eisini lagt út á heimasíðuna hjá Kreml. Heitt verður samstundis á Ukraina um halda somu vápnahvíld, soleiðis at fólk kunnu luttaka í jólahøgtíðini.
Ortodokso jólini eru nevniliga hin 6. og 7. januar.
Hetta er fyrstu ferð síðan russisku innrásina í Ukraina hin 24. februar, at Russland hevur givið boð um eina vápnahvíld, veit tíðindastovan NTB at siga.
Forsetin í Ukraina, Volodomyr Zelenskyj, umrøður vápnahvíldina, sum Russland mælir til, í einari video-talu í kvøld. Hann sigur, at Russland vil brúka vápnahvíldina sum umbering fyri at steðga ukrainsku framgongdini í Donbas, samstundis sum landið vil flyta meira útgerð til økini.
Hetta sigur forsetin sambært ukrainsku tíðindastovuni, Ukrinform. Volodomyr Zelenskyj leggur aftrat, at kríggið í Ukraina endar, tá russisku hermenninir antin fara úr Ukraina - ella verða blakaðir úr landinum.
Ráðgevi hjá ukrainska forsetanum sigur, at Ukraina leypir ikki á landaøkir hjá øðrum, og landið drepur ikki sivilfólk, sum Russland ger. Ukraina leypir bara á hersetingarvaldið, sum av órøttum er á ukrainskari jørð.
- Vápnahvíld verður ikki, fyrr enn Russland tekur seg aftur úr hersettu økjunum, leggur ráðgevin aftrat.
Tað var leiðarin fyri russisku ortodoksu kirkjuni, patriarkurin Kirill, nevndur, sum í dag heitti á Vladimir Putin, forseta, um at lýsa vápnahvíld, meðan ortodoksu jólini verða hildin. Patriarkurin verður roknaður sum ein av nærmastu stuðlum Putins.
Kirill hevur fleiri ferðir sagt, at hann tekur undir við russisku innrásini í Ukraina, og hetta hevur ført til, at ortodoksa kirkjan í Ukraina hevur slitið øll bond við Russland. Í oktober segði patriarkurin eisini, at tað er Gud, sum hevur sett Vladimir Putin til forseta Russlands.