Vinninguin í Onsdagslotto í gjárkvøldið var heilar 45 milliónir, men eingin vinnari var, og tí verður vinningurin næstu ferð heilar 58 milliónir kónur. Tað var annars lagt upp til eitt met, um so var, at allar treytir vórðu uppfyltar. Treytirnar eru, at sonevnda supertalið kemur í spæl, samstundis sum bert hin eini vinnarin finst.
Men supertalið kom ikki út aftur í dráttinum, og tá samstundis eingin vinnari var til vanliga pottin, økist superpotturin úr 35 upp í 39 milliónir, meðan vanligi vinningurin veksur úr 10 upp í 19 milliónir krónur. Tað merkir, at møguleiki er at vinna tilsamans 58 milliónir krónur næsta mikudag.
Størsti vinningurin nakrantíð hjá Danske Spil var upp á góðar 72 milliónir krónur, men ta ferðina var tað meiri enn hin eini vinnarin.
Næstu ferð verður so møguleiki at sláa metið fyri størstu upphæddina goldna til ein einstakan vinnara, sum var 38,5 milliónir krónur.