Eingin vandi hóast venjarin var smittaður

Sjálvt um venjarin hjá ukrainska hondbóltslandsliðnum var smittaður við koronu, so kortini eingin vandi fyri, at hann hevði smitta spælarar.

 

Tað segði Lars Fodgaard Møller, landslækni, við útvarpið hjá Kringvarpinum á middegi.

Tað var tá ukrainska landsliðið kom í Vágar fríggjadagin, at staðfest varð at venjarin hevði koronu. Men kortini spældi ukrainska liðið ímóti føroyingum sunnudagin.

Við útvarpið segði landslækni, at mett varð, at eingin vandi var fyri, at hann hevði smitta pælararnar.

Sambært landslæknanum hevði tætt samband ikki verið millum venjaran og spælararnar, sum hann hevði kunnað smittað, segði Lars Fodgaard Møller við útvarpið.

Venjarin hevði sitið fyri seg sjálvan í flogfarinum, og tí varð eingin annar koyrdur í sóttarhald, visti útvarpið at siga.