Tað er eingin vandi fyri fólkaræðið, at uttanríkisráðið bjóðar journalistum við á ferðir uttanlands, sigur Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri. Sjúrður Skaale, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, hevur nú tvær ferðir sett Jørgen Niclasen spurningar um uttanlandsferðir hjá Uttanríkisráðnum, har journalistar eru bodnir við. Feskasta dømið er ein sjónvarpsjournalistur, sum varð boðin við til Brússel í sambandi við undirskrivingina av einum sáttmála.
- Fyri at fólkaræðið ikki skal koma í vanda er tað týdningarmikið, at miðlarnir frælst og óheft fáa høvi og møguleika til at varpa ljós á stórar strategiskar hendingar í Føroya søgu eftir egnum tykki, so at lýsingin ikki einans kemur frá landsstýrinum, sigur Jørgen Niclasen, sum harvið ikki sær nakran trupulleika við, at uttanríkisráðið hevur boðið journalistum við á ferð uttanlands.
- Uttanríkisráðið í Danmark hevur fasta kontu við tí endamáli at gjalda fyri ferð og uppihald hjá donskum miðlafólkum í sambandi við týdningarmiklar uttanlandsferðir hjá teirra ráðharrum og øðrum týdningarmiklum hendingum, ið mettar vera at hava stóran almennan áhuga í Danmark. Tað verður ikki hildið at hótta danska fólkaræðið, sigur landsstýrismaðurin.