Flogfelagið Air Frane hevur nú kunngjørt, at eingin vón er um at finna flogfarið, sum hvarv í morgun yvir Atlantshavinum á veg úr Brasil til Fraklands við 228 fólkum umborð Sambært Air France vóru 228 fólk umborð á flogfarinum, sum skuldi seta seg í Paris fyrrapartin.
Flogfarið hvarv av radaranum hjá brasilska loftferðslueftirlitinum, stutt eftir at tað var farið á flog, og síðani hevur eingin hoyrt nakað frá tí.
Franskir og brasilskir serfrøðingar royna nú at kanna, hvat kann vera hent flogfarinum, sum var av slagnum Airbus 330-200. Samstundis leita flogfør hjá brasilska flogvápninum og fleiri skip, men enn hava tey einki funnið, sigur DR.
Danska uttanríkisráðið sigur, at fyribilsupplýsingar benda á, at eingin danskur ríkisborgari var við franska flogfarinum.