Almenna eftirlýsingin, har Javnaðarflokkurin bað Gerhard Lognberg koma til arbeiðis, heldur enn at finnast at flokkinum og floksfeløgunum í fjølmiðlunum, hevur fingið nógva umrøðu.
John Johannesen er politiskur formaður í Javnaðarflokkinum. Hann harmast um, at tað ber ongantíð til at seta seg niður at kjakast um ymisk viðurskifti og føra síni sjónarmið fram, heldur enn at skjóta eftir floksfeløgunum í fjølmiðlunum.
Tí er eingin orsøk at siga orsaka við Gerhard Lognberg, sigur hann við Rás2.