VB-liðskiparin, Eyðun Jacobsen, er vanliga ikki maðurin, sum tekur tey stóru orðini í munnin, men tá vit fregnaðust um misnýttu møguleikarnar sunnudagin, var hann sera avgjørdur.
- Hatta kunnu vit so bara takka okkum sjálvum fyri. Gaman í hevur HB sínar møguleikar fyri steðgin, men tá teir ikki skora upp á hesar, so eiga vit at revsa teir. Kjansirnir, sum vit fáa, eru eisini av tí slagnum, sum bara skulu inn. Hatta var snøgt sagt ikki nóg gott, helt hann um misnýttu møguleikarnar.
Men hóast hetta, so vóru eisini glottar í avrikinum hjá VB. Ikki minst at teir í seinna hálvleiki mentu seg somikið nógv, men júst hvørjar broytingar vórðu gjørdar í steðginum?
- Vit ásannaðu bara, at teir sluppu alt ov lætt á miðjuni. Avtalað varð, at vit allir máttu stríðast fyri úrslitinum, og at vit allir tóku ábyrgd á okkum. Tað gjørdu vit so eisini, og tað haldi eg, at vit kunnu bara vera nøgdir um.
Og tit hava eisini tvær hálvfinalur móti HB fyri framman. Gevur ein dystur sum hesin eisini mót til ta uppgávuna.
- Tað er klárt. Eg haldi í øllum førum, at hatta HB-liðið er til at tosa við, men fyrst og fremst, so mugu vit betra um okkara egna avrik, áðrenn vit tosa alt ov nógv um hini, segði altso Eyðun Jacobsen at enda.