Forkvinnan í Heimahjálparafelagi Føroya, Ása Olsen, varð einmælt afturvald til formanssessin um vikuskiftið, tá felagið hevði aðalfund. Hetta er fimta valskeið hjá Ásu Olsen. Bert ein nýggjur limur er komin í nevndina hjá Heimahjálparafelagi Føroya. Tað er Gurið Klein, sum er komin í nevndina fyri Hildugarð Djurhuus, ið ikki stillaði upp aftur.
- Limirnir eru væl nøgdir við nevndina, og hetta kemst av, at tað gongur væl fíggjarliga. Tá eg kom til í 1996, tá var felagið illa fyri fíggjarliga. Men vit hava havt eina neyva fíggjarstýring í nøkur ár, og nú hava vit onga skuld, sigur Ása Olsen, afturvald forkvinna í Føroya Heimahjálparafelagi.
Høvuðsinntøkan hjá Heimahjálparafelagnum kemur frá limagjøldum, og ongin peningur kemur frá tí almenna. Heimahjálparafelag Føroya varð stovnað í 1979, og tá felagið fyllir árið tann 26.mai, verður opið hús í Fr. Petersensg. 7 í Tórshavn.