Eingin trúði henni, tá hon ávaraði um kreppuna

Ìslendska Jónína livdi saman við ríkmanninum, hvørs virksemi elvdi til umfatandi fíggjarkreppu. Mynd: Privat

Ì Vikuskiftis Sosialinum kanst tú uppliva íslendsku fíggjarkreppuna av fyrstu parkett. Vit hava tosað við Jónínu Benediktsdóttir, sum greiðir frá eini tíð í sínum lívi, sum kom at seta djúp, skitin spor í íslendsku søguna.

Ì Føroyum er hon best kend sum íslendska heilsudrotningin, ið hevur hjálpt hundraðtals føroyingum at sleppa av við gikt, ovurfita, psoriasis og aðrar lívsstílstengdar sjúkur. Men í Íslandi er hon betri kend sum kvinnan, ið ávaraði um fíggjarkreppuna. Í tvey ár livdi hon nevniliga saman við íslendska ríkmanninum, Jóhannes Jónsson sum saman við soni sínum, Jón Àsgeir Jóhannesson, stovnaði Bónus og seinni ta íleggingarfyritøkuna sum kom at hertaka allan íslenska marknaðin og stórar partar av marknaðinum í øðrum evropeiskum londum.

-       - Eg visti, at fyritøkan hjá teimum var grundarlagið undir øllum Íslandi. Tí visti eg eisini, at tað for at raka alt landið meint, um maður mín og sonur hansara gjørdu nakran feil, sigur hon í samrøðu við Vikuskiftis Sosialin.

-        

Og nú 15 ár seinni kann man ásanna, at teir gjørdu feilir. Hóast Jónina Benediktsdóttir royndi alt hon var ment at ávara, vildi eingin trúgva henni. Fimm ár seinni raknaði landið kortini við, men tá var ov seint. Ìsland endaði í størstu fíggjarkreppuni, heimssøgan higartil hevur sæð.

Les meiri um Jónínu Benediktsdóttir, ið minnist aftur á seinastu 15 árini í Vikuskiftis Sosialinum sum er í handlunum nú.