Ólavur í Beiti
Á 20. ársfundinum hjá NAFO sum var í Lissabon í døgunum 14-18 september í ár mælti Vísindaliga nevndin í NAFO til, at tað verður bannað at fiska tosk á Flemish Cap.
Saman við øðrum londum sum ES og teimum baltisku londunum hava Føroyar og Grønland áður arbeitt fyri, at ein avmarkaður fiskiskapur hevur verið loyvdur, og tóat mótstøðan frá t.d. Kanada hevur verið stór, hevur verið tikið undir við hesum sjónarmiði.
6 tons í 97
Í fundarfrágreiðingini frá Fiskimálastýrinum verður sagt, at heildarkvotan var 11.000 tons í 1994-96, 6.000 tons í 1997 og 2.000 tons í 1998. Føroyska toskakvotan var 2.461 tons í 1994, 1995 og 1996. Í 1997 var hon 1.342 tons og í 1998 447 tons.
Men tað kann ikki sigast at áhugin hevur verið stórur at fiska tosk á Flemish Cap seinastu tvey árini, tí í 1997 fiskaðu føroysk skip einans 6 tons av toski á Flemish Cap, og higartil í ár er einki fiskað.
Í stovnsmeting sínari í ár sigur Vísindanevndin, at stovnurin er sera illa fyri og mælir staðiliga til, at fiskiskapur ikki verður loyvdur í 1999, verður sagt í fundarfrásøgnini frá Fiskimálastýrinum.
NAFO ímóti
Nevnt verður eisini, at Føroyar og Grønland førdu á fundinum fram, at NAFO seinastu árini hevur tikið munandi stig til at minka um fiskiskapin eftir toski. Víst varð á, at heildarkvotan er minkað úr 11.000 tonsum í 1996 niður í 2.000 tons í 1998.
? Skotið varð upp, at sama heildarkvota verður ásett fyri 1999, men hesum var ikki undirtøka fyri. Lond, sum áður hava stuðlað okkara sjónarmið um í minsta lagi eina avmarkaða kvotu, tóku nú undir við kanadiska sjónarmiðinum um at banna fiskiskapinum, sigur Fiskimálastýrið at enda í fundarfrágreiðing síni um toskafiskiskapin á Flemish Cap.