Tað vakti ans, tá amerikanski verjumálaráðharrin, Donald Rumsfeld, á jólum segði, at USA er ført fyri at reka tvey kríggj samstundis. Við hesum sipaði hann til tað ætlaða álopið á Irak og eitt møguligt álop á Norðurkorea, sum hevur gjørt av at taka sína kjarnorkuverkætlan uppaftur.
Men nú sigur Colin Powell, uttanríkisráðharri, at USA hevur ongar ætlanir um at leypa á Norðurkorea.
Tvørturímóti ætlar USA at fáa ST-trygdarráðið at fordøma ta norðurkoreansku avgerðina, samstundis sum landið skal fáa at vita, at gevst tað ikki við kjarnorkuverkætlanini, verða handilstiltøk sett í verk ímóti tí.
Ætlandi skal ST-trygdarráðið viðgera norðurkoreansku kjarnorkuverkætlanina longu í dag.