Vit hava ongar ætlanir og vit hava heldur ongan fyrispurning fingið. Tað sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni.
Leygardagin er ársins fótbóltsdystur í Havn. Hann er ímillum B36 og KÍ og tað er ein røtt FM - finala, tí vinnarin kann kalla seg Føroyameistara í ár.
Tað er einki at ivast í, at ein hópur av klaksvíkingum, og øðrum norðoyingum, ætla sær til Havnar at stuðla sínum liði, men sum tað sær út í løtuni, noyðast tey at skipa fyri farti sjálvi.
Smyril hevur onkuntíð siglt í sambandi við serligar hendingar, men Hilmar Eliasen sigur, at ongar ætlanir eru um at lata Smyril sigla beinleiðis ímillum Klaksvíkar og Havnina í sambandi við fótbóltsdystin.
Hann sigur, at tey hava heldur ongan fyrispurning fingið um tað, og kemur ein fyrispurningur, verður hann sjálvsagt viðgjørdur.
Men um tað ber til, ella ikki, fær hann ikki sagt nakað um, tí spurningurin er als ikki umrøddur á Strandferðsluni.
Seinast KÍ av álvara var í so stórum dysti í Havn, sum kann samanberast við hendan, var í 2016, tá ið KÍ var í finaluni um Løgmanssteypið ímóti Víkingi.
Tá leigaði Klaksvíkar Býráð Smyril at sigla beinleiðis ímillum Klaksvík og Havnina fyri dystin, og norður aftur eftir dystin.
Ferðaseðlarnir vórðu skræddir burtur og nógv fólk stóð á bíðilista.
Eitt endamál við tí var at samansjóða KÍ fjeppararnir upp undir dystin.
Men ein onnur grundgeving var, at tað kundi knípa at fáa nokk av bussum til at føra fólk aftur og fram. Men tey mettu eisini, at tað var nógv tryggari at fara við Smyrli, heldur enn at eitt ótal av bussum og bilum fóru til Havnar, hvør í sínum lagi - eisini havandi í huga, at parkeringsviðurskiftini í Havn eru so út av lagi vánalig.