Mjørkin í Vágum hevur argað G! Festivalin illa, og nú hevur festivalurin boðað frá, at Tim Christensen kemur ikki til landið í hesum umfari.
Tim Christensen & the Damn Crystals skuldu spæla á G! Festivalinum í kvøld, men framførslan verður av ongum.
Mjørki hevur ávirkað flogferðsluna í dag, og nú er greitt, at danski rockbólkurin kemur ikki til landið.
Tvey av hinum stóru nøvnunum á G! skránni í ár, John Grant og Veronica Maggio, eru heldur ikki komin til landið enn, men teirra framførslur eru ikki endaliga avlýstar.