Komandi leygardag verður skipað fyri stórari veitslu í sambandi við, at ÍSB herfyri fylti 25 ár. Eisini verður skipað fyri einum fundi fyri tey norðurlendsku sambondini fyri ítrótt hjá brekaðum. Í leiðsluni í ÍSB dylja tey ikki fyri, at hini norðurlendsku sersambondini hava verið sera dyggir stuðlar í sambandi við strembanina hjá ÍSB at fáa altjóða viðurkenning.
Hugskotið kom eftir vitjan í Noreg
Tað var í sambandi við eina vitjan hjá Egga Jensen á einari venjingarmiðstøð fyri brekað í Beitostølen í Noreg, at hugskotið til at stovna ein felagsskap innan fyri ítrótt fyri brekað kom. Egga, sum hevur sitið í nevndini í ÍSB øll 25 árini, ið sersambandið hevur verið til, bleiv so hugtikið av norsku venjingarmiðstøðini, at hann gjørdist sannførdur um, at okkurt átti at gerast fyri at skipa ítróttina fyri brekað í Føroyum.
Egga fór tí árið eftir aftur til Beitostølen við ítróttarflokkinum hjá sær á Føroya Læraraskúla. Tey gjørdu eina avtalu við venjingarmiðstøðina um, at tey kundu koma á vitjan, um tey afturfyri høvdu eitt Føroyakvøld fyri teimum, ið hildu til á miðstøðini.
Millum næmingarnar í ítróttarflokkinum hjá Egga var Eydis Eidesgaard av Tvøroyri, og saman við Egga og Jón á Steig, myndaði hon eina fyrireikingarnevnd, ið legði lunnar undir ÍSB.
Tað var tó ein trupulleiki í viðtøkunum fyri ÍSF, sum kundi forða fyri, at ÍSB varð sett á stovn. Viðtøkurnar siga nevnliga tað, at tað skulu verða minst trý feløg innan eina ítróttargrein, áðrenn eitt sersamband verður sett á stovn. Hetta krav megnaði ítrótturin fyri brekað ikki at lúka, men táverandi ÍSF-forsetin, Jógvan Arge, kom tó ÍSB til hjálpar, og hann syrgdi fyri, at eitt undantak bleiv gjørt í sambandi við stovnanina av ÍSB.
Síðani bleiv lýst til stovnandi aðalfund, og tann 10. apríl 1980 bleiv Ítróttarsambandið fyri Brekað sett á stovn.
Góður stuðul frá grannalondunum
Eitt tað fyrsta, ið nýtstovnaða sersambandið fór undir, var at fáa altjóða viðurkenning bæði við norðurlendskum limaskapi og limaskapi í heimshøpi.
Hetta gekk eisini rættuliga væl. Egga Jensen greiðir frá, at tá ið ÍSB søkti um norðurlendskan limaskap, stúrdu tey eitt sindur fyri, at danir fóru at mæla ímóti, men so var ikki, tí upptøkan bleiv einmælt samtykt á norðurlendskum fundi.
Síðani var farið undir at fáa altjóða limaskap. Hetta gekk eisini væl, og ein av høvuðsorsøkunum til, at tað gekk so væl, var tann, at øll norðurlendsku londini stuðlaðu føroysku umsóknini um altjóða limaskap. Norðurlond eru standa sera sterk í altjóða samstarvinum innan ítrótt fyri brekað og hava tí nógv at siga, tá ið avgerðir skulu takast.
Føroyar blivu upptiknar í ISOD, ið er altjóða felagsskapurin, í 1981 á fundi í París. Tað var Eydis Eidesgaard, ið umboðaði ÍSB á fundinum, og tað tók ikki drúgva tíð at fáa føroyska limaskapin upp á pláss.
Fundarstjórin nevndi føroysku umsóknina, og so var eitt stórt spott sett á Eydis, har hon sat mitt í stóra fundarsalinum. Síðani reistust allir fundarluttakararnir og klappaðu, og harvið var føroyski limaskapurin staðfestur.
Hava vunnið bæði OL-gull, HM-gull og EM-gull
Tað er einki at taka seg aftur í, at síðani ítrótturin fyri brekað í Føroyum fekk skipaði viðurskiftir, hevur hann verið í einari rúkandi menning. Talið av íðkarum er vaksið støðugt, og óteljandi ferðir eru føroysku íðkararnir komnir aftur frá altjóða kappingum við fullari last av medaljum.
Fyrstu ferð, at íðkarar frá ÍSB luttóku í einum altjóða meistaraskapi, var í 1983, tá ið norðurlandameistaraskapið í svimjing var í Vestmannaoyggjunum. Tá eydnaðist ikki føroysku íðkarunum at fáa nøkur heiðursmerkir við heim aftur, men tað var heldur ikki væntandi.
Tvey ár seinni var skipað fyri NM í svimjing í Finlandi, og tá vann ÍSB sær sítt fyrsta gullmerki. Tað var tann tá einans 15 ára gamla Katrin Johansen, ið gjørdist norðurlendskur meistari. Hetta var byrjanin upp á eina sera glæsiliga tíð hjá Katrin og ÍSB við nógvum heiðursmerkjum fyri framman. ÍSB hevur hesi árini megnað at vunnið bæði OL-gull, HM-gull og EM-gull.
Ikki bara ein dansur á rósum
Hóast ÍSB størstan partin av teimum 25 árinum, ið sersambandið hevur verið til, hevur havt vind í seglinum, so hevur tað ikki altíð verið ein dansur á rósum.
Egga Jensen minnist aftur á ein kapping í París í 1986. Fyrireikararnir høvdu ikki útvegað nakað føroyskt flagg, og tí var heitt á føroysku luttakararnar um at ganga inn til setanina undir Danneborg, men hesum sýttu føroyingarnir fyri. Teir søgdu bart út, at um tey ikki fingu Merkið at ganga inn undir, so sótu tey á áskoðaraplássunum, tá ið setanin fór fram.
Fronsku fyrireikararnir vendu sær til donsku umboðsstovuna, og hagani varð sagt, at føroyingarnir saktans kundu ganga inn undir Dannebrog. Men føroyingarnir stóðu við sítt, og tá ið setanin var á skránni, sótu føroyingarnir millum áskoðararnar.
ÍSB boðaði síðani altjóða sambandinum frá tilburðinum, og fronsku fyrireikararnir fingu eina nøs fyri hendingina.
Stutt eftir var altjóða fundur í London, og tá løgdu fraklendingar fram eitt uppskot um, at lond, ið ikki vóru sjálvstøðug, blivu strikaði sum limir. Hetta hevði havt við sær, at føroyski limaskapurin bleiv strikaður, um uppskotið bleiv samtykt. Egga Jensen, sum var á fundinum í London saman við Jón á Steig, ivast ikki í, at uppskotið var ein hevnisøka fyri tilburðin við flagginum í París.
Tíbetur fyri ÍSB slóu norðurlendsku londini ring um Føroyar. Tey boðaðu fundinum frá, at varð uppskotið samtykt, og Føroyar harvið blivu ekskluderaðar úr altjóða samstarvinum, tóku tey seg eisini aftur úr altjóða felagsskapinum. Tískil varð uppskotið tikið aftur.
Bar fram olympiska eiðin
Av mongu teimum ógloymandi løtunum, ið eldsálirnar í ÍSB, minnast aftur á, eru tað tó nakrar, ið standa klárari enn aðrar. Egga Jensen, ið kanska er Mr. ÍSB burturav, minnist aftur á Paralympics í New York í 1984.
Beint áðrenn setanina skuldi byrja, kom eitt umboð fyri fyrireikararnar til fólkini hjá ÍSB. Hann greiddi frá, at tey høvdu funnið út av, at Føroyar var tað minsta av luttakandi londunum, og tí skuldi eitt av føroysku ítróttarfólkunum bera fram olympiska eiðin. Hesin heður fall Ólavi Kongsbak í lut, og tað gjørdi hann til lítar. Harumframt slapp Ólavur Kongsbak eisini at heilsa upp á táverandi amerikanska forsetan, Ronald Reagan, í hesum sambandi.
Krevur nógva fíggjarliga orku
Ikki óvæntað krevur tað nógvar pengar at verða eitt so virkið sersamband, sum ÍSB nú einaferð er. Mongu uttanlandaferðirnar hjá føroysku ítróttarfólkunum eru kostnaðarmiklar, og tað er vert at hava í huga, at hjá ÍSB vil tað altíð verða munandi dýrari at ferðast enn hjá øðrum sersambondum, tí at tað vanligani er neyðugt hjá fleiri av íðkarunum at ein hjálpara við.
Árligi umsetningurin hjá ÍSB liggur oman fyri eina millión. Nakað av stuðuli fæst frá landinum og Tórshavnar Býráð. Harumframt fær ÍSB ein part av veddingarpengunum, men framvegis noyðist sersambandið sjálvt at útvega meiri enn helmingin av øllum inntøkunum, ið skulu til.
Í hesum sambandi eru høvuðsstuðlarnir hjá ÍSB, Føroya Lívstrygging og Skemman, av sera stórum týdningi fyri virksemi hjá sersambandinum. Báðir hesir stuðlar hava verið knýttir at ÍSB í drúgva tíð, og Johan Samuelsen, ið hevur ábyrgdina av fíggjarliga partinum hjá ÍSB, sigur, at týdningurin hjá stuðulunum kann ikki lýsast við orðum.
Vanligani eru ikki nógvir áskoðarar til kappingarnar, ið ÍSB skipar fyri, og tí er tað altíð ókeypir at koma inn til kappingarnar.
Tíbetur hevur ÍSB eitt sera virkið stuðlafelag, sum í mong harrans ár trúfast hevur skipað fyri ymsum tiltøkum, ið hevur útvegað ítróttinum fyri brekað í Føroyum pengar.
Nógv mál eru rokkin
Lítandi aftur á hesi 25 árini, sum nú eru farin aftur um bak, duga bæði Egga Jensen, Johan Samuelsen og Elna Skylv Hansen at síggja, at nógv av teimum málum, ið upprunaliga vóru sett, eru rokkin, og tað er at frøðast um.
Í veruleikanum er ÍSB komin so mikið langt, at av tí at fleiri av málunum í lógini fyri ÍSB eru rokkin, og tí er neyðugt at fara undir at endurskoða viðtøkurnar.
Í løtuni eru tey farin undir at arbeiða við hugsjónini og virðisgrundarlagnum aftan fyri ÍSB.
Hesi 25 árini hava tað eisini verið fyriskipaðar fleiri kappingar í Føroyum. Eitt nú var NM í svimjing í Føroyum í 1987, og tað er ivaleyst størsta tiltakið, ið ÍSB hevur staðið fyri.
Komandi ár skal ÍSB so verða vertur fyri norðurlendska meistaraskapinum í boccia. Men leiðslan í ÍSB heldur ikki, at umstøðurnar til at hýsa veruliga stórum tiltøkum ella kappingum fyri brekað í Føroyum eru nóg góðar.
- Tað er serliga innan gisting, at trupulleikin er stórur. Eitt nú hevur annað av teimum báðum stóru gistingarhúsunum í Havn einki kamar, ið er gjørt til brekað, og yvirhøvur eru umstøðurnar hjá teimum brekaðu sera vánaligar í Føroyum, siga tey trý við ein munn.
Ítróttarsambandið fyri Brekað í Føroyum fevnir í dag um fleiri ymisk ítróttartilboð, ið eini 250 íðkarar kring alt landið taka lut í. Ítróttargreinarnar eru hesar. svimjing, boccia, borðtennis, frælsur ítróttur og bóltspøl.