Royndirnar hjá føroyskum myndugleikum at bara rottuni, gera hvørki frá ella til. Tað heldur Jens-Kjeld Jensen í Nólsoy, sum hevur granskað í føroysku náttúruni í nógv ár.
Í gjár staðfesti hann her á www.n.fo, hvussu stóran skaða, rottan ger í haga og bjørgum.
Men hann vísir á, at hóast rottan ger óbótaligan skaða í náttúruni, verður alt ov lítið gjørd fyri at basa henni.
Les eisini: Rottan ger heilt ótrúligan skaða
- Vit hava eina gamla rottulóg, sum er frá 1961 og sum sostatt er væl yvir 50 ára gomul, og í henni stendur, at tað eru kommunurnar, sum hava ábyrgdina av at tyna rottuna, sigur Jens-Kjeld-Jensen.
Samstundis er tað ógvuliga ymiskt, í hvussu stórum álvara, kommunurnar taka hesa uppgávuna, ella hvussu íðin aktingarmaðurin hjá rottuni er.
- Men tað nyttar einki, at ein kommuna leggur stóran dent á at basa rottuni, tá ið grannakommunan ikki ger tað, heldur Jens-Kjeld Jensen.
Kortini vísir hann á, at summastaðni verður nógv gjørt fyri at leggja eitur í hagarnar.
Sjálvur heldur Jens-Kjeld Jensen, at vit eiga at hava ein stovn burturav, sum samskipar rottutýningina. Men so mugu vit eisini fáa eina tíðarhóskandi rottulóg, sum eisini hevur ásetingar um, hvussu vit forða fyri at rottan spjaðist í enn fleiri oyggjar í Føroyum.
Sjálvur stúrir hann fyri, at tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn rottan spjaðir seg. Í øllum førum heldur hann, at tað er ein veruligur vandi fyri, at rotta kemur í ein platt av onkrum, sum stendur í dagavís onkustaðni í Havn, áðrenn hann verður fluttur til Nólsoyar - og so fylgja rotturnar við.
Hann sigur eisini, at dømi er um, at rotta var kom í Kalsoy í sambandi við alingina, men har vóru tey heppin og fingu lívið av henni.
Men tað kundi eisini verið ein kviðin rotta, sum tey ikki fingu fatur á, og so var ólukkan hend.
- Og nú verður farið undir aling í Sandoynni, og støðugur streymur av treylarum við alifóðuri fer í Sandoy, er eisini veruligur vandi fyri, at rotta fylgir við.
Og tá ið Sandoyartunnilin er komin, er tað bara ein spurningur um tíð, áðrenn sandoyingar eisini hava fingið rottu í oynna, heldur Jens-Kjeld Jensen.
- Vit hava dømi um, at ein løga við kettlingum er funnin í alifóðuri í Føroyum, sum júst varð komið úr Noregi. Tá ið løga við kettlingum kann koma heilt úr Noregi, kunnu rottur saktans eisini verða fluttar við farmi av ymsum slagi.
- Tað tykist sum um at politikarar eru teir einastu, sum ikki skilja trupulleikan, tí sjálvsagt eiga vit at hava reglur fyri flutningi ímillum oyggjarnar fyri at forða fyri at rottan spjaðir seg, sigur Jens-Kjeld Jensen.