ÍF-Mjølnir 0-2
(17-21, 15-21
11-21, 5-21)
Úrslitið av dystinum millum niðasta og ovasta liðið í meistaradeildini hjá kvinnum gjørdist beint sum væntað.
Mjølnir vann ruddiligan 2-0 sigur og tað var ongantíð upp á tal, at sigurin var í vanda.
Í fyrra hálvleiki fekk ÍF ávikavist 17 og 15 stig, men tað var kortini ikki upp á tal, at tær komu klaksvíkskvinnum upp til kníggja.
Fleiri longdir frammanfyri
Sum kappingin hevur gingið higartil í ár, er tað eingin, sum hevur kunnað gjørt nakað sum helst við Mjølnir.
Gamaní, tær hava tapt ein dyst, men tann dystin snávaðu tær og síðani eru tær farnar frá sigri til sigur.
Tí kann kanska setast spurnartekin við støðuna hjá kvinnuflogbóltinum í Føroyum.
Vit vita, at føroyska landsliðið er Oyggjaleikameistari, men tað er so langt frá nakað, sum sæst aftur í heimligu kappingini. Ikki tí, liðini vísa vilja, men tíverri mugu vit staðfesta, at støði er ikki tað, tað hevur verið í meistaradeildini hjá kvinnum.
Í veruleikanum er tað ein stórur spurningur, um Mjølnir yvirhøvur fær nakað sum helst burtur úr at spæla í landskappingini, so stórur er munurin.
Einki stuttligt at fáa bank
Hesi orðini, sum standa beint omanfyri, skulu ikki misskiljast, tí tað sigur seg sjálvt, at tað ongantíð er stuttligt at tapa. Men tað sum býr undir er, at tað als ikki er stuttligt at spæla, tá ein bókstaviliga verður hølvaður ígjøgnum.
Tað er støðan í løtuni, tá kvinnurnar hjá Mjølni standa øðrumegin netið - og so kann tað gera tað sama, at eitt nú fuglfjarðakvinnur gera sítt ítarsta. Tað er verri enn so nóg mikið til bara at hótta Mjølnir eitt lítið sindur.
Tað er bara at vóna, at tað kemur eitt sindur meira av »futti« í hini liðini, soleiðis at vit í framtíðini aftur fara at síggja eina spennandi kapping.
ÍF hevur í ár roynt sítt og tað hava tær gjørt hóast útgangsstøði ikki var serliga gott at byrja við.