Eingin tekur Klaksvíks-kvinnurnar

Hesaferð tók Dráttur ímóti Mjølni, men tó at heimaliðið tók fyrsta settið, so var hetta ikki nóg mikið í longdini

Flogbóltur

Tær tykjast aftur í ár at vera einaráðandi. Kvinnurnar úr Klaksvík.
Seinastu mongu árini hava tað eisini fyrst og fremst verið tær, sum hava myndað føroyska flogbóltsoddin, og tó at TB, ÍF og Dráttur skiftandi hava stungið seg fram, so hava kvinnurnar úr Klaksvik verið felagsnevnarin hesi árini.

Og í ár er so ikki líkt til, at nakar skal skala tær. Seinastu tvær vikurnar hava tær leikt útidystir móti ávíkavist TB og Drátti, sum verða roknað sum truplastu mótstøðuliðini hetta kappingarárið, og tað gav so ikki Mjølni stórvegis av trupulleikum.
Dysturin móti Drátti hesaferð var tó kanska truplasta uppgávan, sum liðið hevur higartil, og fyrsta settið fór heimaliðið eisini avstað við. Tey bæði næstu settini prógvaðu tó, at tað var veruligur munur á liðunum báðum. Mjølnir tók hesi so ruddiliga, og tó at fjórða og seinasta settið ikki var heilt so sannførandi, so var kortini eingin ivi um, at Dráttur hevði tapt fyri einum betri liði.
Í Hoyvíkarhøllini hevði KÍF vitjan av SÍF, og her eydnaðist nýggja liðnum at vinna sær eitt sett. Talan var sum eisini um eina javna uppgerð. KÍF tók tey bæði fyrstu settini, men munurin var ikki tann heilt stóri, og tá KÍF so vann triðja settið, hómaðiast av álvara spenningur í dystnum. Tað eydnaðist tó KÍF at taka stigini við sigri í fjórða settinum, men avrikið man í øllum førum geva teimum í SÍ góðar vónir.
Seinasti dysturin var í Trongisvági, har TB hesaferð hevði vitjan av ÍF. Tann dysturin gjørdist ongantíð nakað serliga spennandi. Fyrsta settið var munurin annars ikki so stórur, men tá TB so tók hetta, samstundis sum leikararnir ásannaðu, at hetta kundi gerast betri, so var einki at heinta hjá ÍF

Úrslit
Meistaradeild kvinnur
KÍF-SÍ 3-1 (25-22, 25-22, 23-25, 25-19)
Dráttur-Mjølnir 1-3 (27-25, 17-25, 13-25, 19-25)
TB-ÍF 3-0 (25-23, 25-11, 25-14)