Eingin tekur John Havn í egning

Á sjómannadegnum í Klaksvík varð skipað fyri nógvum ymiskum kappingum, og í blaðnum í dag nevna vit kappingarnar í ávikavist egning, agnskering og í trolbøting

Sjómannadagur

 

John Havn sló øll met, tá hann leygarkvøldið vann á øllum hinum luttakarunum í FM-kappingini í egning.

Besta tíðin, sum verið hevur, síðan Føroya Sjómannadagur sá dagsins ljós fyri fimm árum síðan, var 7,41 minuttir. Hesa tíðina átti John Havn. Men í fjør var tað Elmar Rubeksen, sum gjørdist vinnari og meistari.

 

John setti met

Í kappingini leygardagin egndi John Havn 100 húkar og knýtti fimm teymar undir línuna upp á 6.42.78 minuttir. Hetta er besta tíð, sum nakar hevur havt í egning á sjómannadegnum.

Á øðrum plássi endaði Elmar Rubeksen, sum brúkti tíðina 7.24.78 og á triðja plássi Martin Simonsen við tíðini 7.35.69 minuttir.

Tilsamans 10 luttakarar vóru við í kappingini og tann, sum brúkti longstu tíðina um hesar 100 húkarnar, hevði 10.10.30 minuttir.

Við í kappingini vóru bæði yngri og tilkomnir menn.

Millum luttakararnar var eitt nú gamli KÍ-málverjin, Jógvan Linklett og fyrrverandi presturin, Andreas Andreassen av Toftum, sum seinastu árini hevur róð út við útróðrarbátinum Majken.

Onnur ár hevur verið vanligt at egna nýggja línu, men í ár gjørdu fyrireikararnir av at brúka gamla - ella brúkta - línu, sum egnarar halda er lættari at egna enn spildurnýggj lína, sum ongantíð hevur verið í sjónum.

Hetta kann vera ein orsøk til, at tiðirnar hjá kvikastu egnarunum í dag vóru so góðar.

 

Skjótasti agnskerari

Hóast nógvir dugnaligir agnskerarar finnast í Norðoyggjum, meldaðu bert fýra luttakarar seg til kappingina í agnskering.

Milum teir fýra var tað soleiðis bert hin eini, sum ikki fekk heiðurpláss millum tríggjar teir bestu. Teir brúktu millum 1.32.67 og 4.37.46 minuttir um at skera.

Kvikastur og FM-vinnari gjørdist Jógvan Heinesen við tíðini 1.32.67, á øðrum plássi Klávus Bjartalíð við tíðini 1.51.98 minuttir og á triðja plássi Petur Martin Sivertsen, sum hevði tíðina 1.56.35.

Petur Zachariassen royndist eisini óførur, tó at hann brúkti nakað longri tíð enn hinir tríggir.

 

Kvikasti trolbøtari

Tilsamans 14 mans bjóðaðu seg fram í kappingini í trolbøting.

Sjey net hingu uppi í senn, og tí varð neyðugt við tveimum umførum - við sjey monnum í hvørjum umfari.

Tá allir 14 høvdu roynt seg, var úrslitið, at strandingurin, Jan Højgaard, var kvikastur og fyrstur liðugur við sítt net. Á øðrum plássi kom Marner Sivertsen, og honum á baki og á triðja plássi Petur Martin Sivertsen.

Jan brúkti tíðina 3,39,27, Marner 4,18,17 og Petur Martin 4,58,14 minuttir.

Maðurin, sum hevði longstu tíð um sítt net, brúkti 7,47,32 minuttir.