Tú hoyrir dag og dagliga at tey, ið vit hava valt inn á lóggevandi ting okkara eru korrupt, tí tey sjálvi lóggeva í sínar egnu lummar.
Kanska, uttan iva. Men her eru øll so rørandi samd. Peningur fram um alt annað. Uttan mun til
hvønn flokk tú hoyrir til. Uttan mun um tú hoyrir til fólkakirkjuna, ella aðrar samkomur. Uttan mun til, um tú ert ateist ella trúgvandi, so elska og hálova øll somul hesin lítla orðinum: PENINGUR.
Paulus sigur í fyrra Korintbrævi Kap.13 ø.13 :Men nú verða tey verandi, trúgv, vón, og kærleiki, hesi trý, men størstur av teimum er kærleikin.
George Orwell heldur, at Paulus heldur átti at havt sagt: Men nú verða tey verandi, trúgv, vón, og peningur, hesi trý, men størstur av teimum er peningurin.
Fyri árum síðani var politiskur fundur í Hvalba. Tá segði eitt av valevnunum: Ja,tit kunnu altíð velja meg, eg havi reina samvitsku.
Tá læt í einum gomlum hvalbingi:Ja, tað mást tú hava, tú brúkar hana ikki.
Onkur átti at hugsa seg um meira enn eina ferð.